Endamálið hjá Trivnaðartænastuni er at veita tilboð til borgarar við serligum tørvi. Tilboðini eru snikkað til við støði í ítøkiliga tørvinum hjá einstaka borgaranum. Tilboðini snúgva seg um · Bústaðartilboð · Virknistilboð · Umlættingartilboð Vit vilja tryggja eina høga gósku á okkara veitingum, og tí leggja vit stóran dent á førleikamenning. Førleikamenningin skal tryggja, at starvsfólkini altíð hava neyðugan førleika at veita eina góða, professionella og tíðarhóskandi tænastu. Fíggjarorkan hjá Trivnaðartænastuni er stýrd av eini játtan á løgtingsfíggjarlógini. Vit vilja, at so nógv sum gjørligt kunnu fáa gagn av hesi játtan við at fáa eina veiting, sum hóskar til teirra tørv. Tí royna vit alla tíðina at ansa eftir, at fíggjarorkan hjá skipanini verður nýtt so skynsamt, sum til ber. Vit royna alla tíðina at tryggja, at so stórur partur av samlaðu starvsfólka- og fíggjarorkuni sum gjørligt verður nýttur til kjarnuveitingina. Hetta merkir, at umsiting og fyrisiting skulu effektiviserast í størst møguligan mun. |