Tað ber til at kæra avgerðir, sum eru tiknar av deildum innan Nærverkið. Møguligar kærur skulu sendast til stjóran fyri Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Kærufreistin er fýra vikur. Avgerðir, sum eru tiknar sambært forsorgarlógini, av stjóranum fyri Nærverkið, kunnu kærast til Kærunevndin í almanna- og heilsumálum. Avgerðir hjá Kærunevndini kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu leggjast fyri Føroya Rætt. Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá kærunevndini í almanna- og heilsumálum, og møguligar kærur um avgerðir, sum Nærverkið hevur tikið, skulu sendast til Føroya Kærustovn, Undir Hornabakka, Postsmoga 45, FO-110 Tórshavn. |