Forsíða Tænastur Tíðindi Leiðbeining Lóggáva Bygnaður
Meginskrivstovan Heimatænastan Trivnaðartænastan Stuðulstænastan Børn og Ung Virkni myndir
Meginskrivstovan
Heimatænastan
Trivnaðartænastan
Stuðulstænastan
Børn og Ung
Virkni myndir
 
Leita:
 
Skriva út
Upplestur
Størri stavir
Síðuyvirlit
Melda til tíðindabræv
 
OLE2
Upplestur
 
Forsíða
Vælkomin til Nærverkið

Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika.

 

 

 
Tíðindi
24-01-2012
Eldraárið 2012.Eldraárið 2012
Alzheimerfelagið hevur tikið stig til at skipa fyri ráðstevnu í døgunum 11. og 12. mai 2012 “ lívið við demens ”.

 
18-01-2012
JobMatch 2011.JobMatch 2011
Almannastovan og Nærverkið luttóku 29.des.2011 á JobMatch í Tórshavn
 
28-12-2011
Trivnaðartænastan og Tilsynsenheden í Århus.Trivnaðartænastan og Tilsynsenheden í Århus
Trivnaðartænastan og Tilsynsenheden í Århus kommunu hava gjørt avtalu um eftirlit.
 
24-11-2011
Fjálvi 2 ára føðingardag.Fjálvi 2 ára føðingardag
Fríggjadagin 2. desembur 2011 eru tað 2 ár síðani at Fjálvi lat upp í nýggjum hølum á Hoydalsvegi 40 í Tórshavn.
 
22-11-2011
Jólasølan á Stíggi 2011.Jólasølan á Stíggi 2011
Verkhúsið Stíggjur í Saltangará, hevur árligu jólasøluna leygardagin 26. november
 
16-11-2011
Jólini nærkast í hvørjum....Jólini nærkast í hvørjum...
Fyri mong er jólasølan á Verkhúsinum Virkni, eitt afturvendandi hugnaligt og friðarligt høvi hjá vaksnum og børnum at koma í jólahýr og keypa nakrar øðrvísi jólagávur.

 
11-11-2011
Jólasølan á Verkstaðnum Vón.Jólasølan á Verkstaðnum Vón
Jólasølan á Verkstaðnum Vón verður mikudagin 30. Nov og hósdagin 1. Des. báðir dagar frá 14:00 til 19:00
 
07-11-2011
Jólasølan á verkhúsinum Virkni.Jólasølan á verkhúsinum Virkni
Árliga jólasølan og Café á verkhúsinum Virkni, verður í døgunum, 17.-19. november.

Í samband við jólasøluni hevur Verkstaðið Virkni opið hesar tíðir:

Hósdagin 17. nov. 14:00-18:00
Fríggjadagin 18. nov. 14:00-19:00
Leygardagin 19. nov. 12:00-18:00
 
07-11-2011
Tiltøk og skrá í Fjálva fyri November.Tiltøk og skrá í Fjálva fyri November
Nýggj skrá í Fjálva, fleiri áhugaverd tiltøk eru henda mánan fram til 2. decembur.
 
10-10-2011
Sólva Vang sett sum skrivari hjá leiðsluni á Meginskrivstovuni..Sólva Vang sett sum skrivari hjá leiðsluni á Meginskrivstovuni.
Sólva hevur bankaútbúgving og hevur arbeitt innan hetta øki í nógv ár. Sólva hevur fjølbroyttar starvsroyndir innan skrivara og prosjekt arbeiðið.
Eisini hevur hon eina BA útbúgving í Søgu- og mentanar frøði og er í ferð við at gera seg lidnan við eina kandidat útbúgving á Setrinum á Føroyamálsdeildini.
Vit ynskja Sólvu vælkomna í starvið.

 
22-09-2011
Nýggjur stjóri á Nærverkinum.Nýggjur stjóri á Nærverkinum
Ein partur av leiðsluni á Nærverkinum, frá vinstru, Frígerð Sundsskarð, Gunnleyg Durhuus, Petra Johnsdóttir Joensen, Maigun Othamar og Jacob HornPetra Johnsdóttir Joensen, er sett sum stjóri fyri nýggja, samanlagda stovninum, Almannastovan og Nærverkið.

Petra Johnsdóttir Joensen hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og Danmark. Hon er útbúgvin sum løgfrøðingur og hevur lokið prógv í Master of Public Policy á Roskilde Universitetscenter.

Stjórin á samanlagda stovninum hevur verið stjóri á Almannastovuni síðan 2000.
Petra Johnsdóttir Joensen tekur við starvinum beinanvegin.
 
25-08-2011
Setningur, hugsjón og kjarnuvirði Nærverksins.Setningur, hugsjón og kjarnuvirði Nærverksins
Í góðum hondumStarvsfólk í Nærverkinum hava arbeitt við at orða hugsjón og kjarnuvirði fyri Nærverkið. Dentur hevur verið lagdur á at náa øll starvsfólk í Nærverkinum, og leiðslan er sera fegin um, at starvsfólkini við eldhuga hava tikið lut í hesum átaki.

Grundað á tilfarið, ið er innkomið frá starvsfólkunum, eru hugsjónin og kjarnuvirðini nú endaliga orðað, og faldari er prentaður, sum lýsir, hvat Nærverkið stendur fyri.

Eisini hevur Nærverkið valt slagorðið í góðum hondum, sum er eitt eyðkenni fyri okkara dagliga arbeiði uttan mun til, hvørja tænastu vit arbeiða í.

Tak faldarin niður her

 
 
 
Leys størv

Øll leys størv
Heimatænastan
Trivnaðartænastan
Stuðulstænastan
Børn og Ung
Meginskrivstovan

 

 

     


Bústaður
Nærverkið
Argjavegur 26, Argir
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
naerverk*naerverk.fo

 
Bakka
www.naerverk.fo       Telefon: 360000       Telefaks: 360001       Teldupostur: naerverk@naerverk.fo
Ment og forritað hevur Formula Media - Sniðgivið hevur Sansir